Konservatisman gevur framburð

Samstundis sum ivi verður sáddur um virksemið hjá Eik, verður alt mestsum til gull, sum nærmasti kappingarneytin nertur. Sjálvur hevði Føroya Banki eitt avkast á umleið 200 milliónir krónur og dóttirfelagið, Trygd, sum í gjár legði roknskapin fram hevði 11,5 milliónir krónur í avlopið. Trygd gevur varsemi og lækkaðum rakstrarkostnaði skuldina fyri góðu gongdina

Við eini eginogn á 70,7 milliónir krónur, megnaði tryggingarfelagið Trygd at hava eitt avkast á 11,5 milliónir fyri skatt. Eftir skatt er talan um 9,4 milliónir krónur. Hetta positiva úrslit hevur við sær, at leiðslan hevur avgjørt at lata Føroya Banka, sum er einasti eigari av tryggingarfelagnum, heili 24 milliónir krónur í vinningsbýti.

Positiva úrslitið varð tó um at fara tíðliga í fjør, tí sera nógvir skaðar raktu fyritøkuna, men seinni parturin av árinum hilnaðist nógv betri.


Lítlibeiggi tryggur

Tað er ongin ivi um, at Trygd er lítla tryggingarfelagið í Føroyum, við ársenda í 2007 hevði Trygd eina eginogn á umleið 85 milliónir krónur, samstundis sum Tryggingarfelagið Føroyar hevði umleið 300 milliónir krónur, sum bæði eru nógv meira, enn hvat lógarkravið til tryggingarfeløg er.

Samstundis hevur Trygd mestsum bara tryggingar innan hús og bilar, har teir hava minna partin av marknaðinum.

Í fjør hevði TF Holding, sum eigur Tryggingarfelagið Føroyar, eitt hall í kjarnuvirkseminum, sum er tryggingarvirksemi hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, men stórt avkast av íløgunum, men í ár sær út til, at lítlibeiggi klárar seg betri. Hetta kann mann gita seg til, tí í fjør gav tryggingavirksemið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum hall, men stórt avkast var í TF Holding, ið eigur Tryggingarfelagið Føroyar. Hetta avkast á 144 milliónir krónur hækkaði samlaða eginpeningin í móðirfelagnum, TF Holding, til 1,5 milliardir krónur.

Í løtuni eru partabrøv í stóran mun ikki nakað, ið beinleiðis gevur avkast, og tí kunnu vit rokna við, at samtakið kemur við einum rímiliga stórum halli, um tað ikki hevur verið sera heppið við sínum íløgum.

Trygd hevur allan sín pening undir koddanum. Við øðrum orðum er hetta vanlig innlán og lánsbrøv. Í roknskapinum kom fram, at fyritøkan framvegis hevur avkast av íløgunum, men tað er ikki so løgið, tá talan er um fastar rentur av peninginum.


Færri hendur

Ein stórur partur av rakstrarsparingunum koma frá, at Trygd í dag hevur færri starvsfólk. Við ársenda 2008 hevði fyritøkan 21 fólk í starvi, hetta er ein niðurskurður á tíggju fólk í mun til miðaltalið av starvsfólkum í 2007. Rakstrarútreiðslurnar eru av millum øðrum hesum minkaðar heilt fitt. Talan er um 7,9 milliónir krónur, sum fyritøkan hevur spart í rakstrarútreiðslum, so talið í dag liggur á umleið 19 milliónum krónum.

Hyggja vit at samlaða avlopinum, so síggja vit, at hevði hesin rakstrarniðurskurður ikki verið, so komu vit niður á 3,6 milliónir krónur.


Hækkaðu tryggingarnar

Í 2008 hækkaðu tryggingarfyritøkurnar í Føroyum gjøldini. Trygd gjørdi tað sama, og hækkaði í summar prísin á húsatryggingum við eini 15 prosentum, og á bilum við umleið 12 prosentum.

Hetta er tó ikki nakað, ið felagið ætlar at lækka, hóast sera góða úrslitið, um vit hugsa um aðrar tryggingarfyritøkur uttanlands, har tað gongur eftir skriðini.

- Kappingin er hørð, og vit mugu altíð hava kappingarførar prísir, men vit hava fokus á tænastuna, og hava ikki hug at fara í eitt beinleiðis prískríggj við kappingarneytarnar, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd.


Tryggja eigaran

Í mun til nógv onnur feløg, so letur Trygd eitt rættiliga stórt vinningsbýti. Talan er um umleið 24 milliónir krónur, ið fara beinleiðis til eigaran av tryggingarfyritøkuni. So Føroya Banki kann gleðast um 24 milliónir krónur eyka í sínum úrslitið.

Tá vinningsbýtið er størri enn yvirskotið hjá fyritøkuni, so merkir hetta, at eginognin hjá felagnum minkar. Hetta er tó ikki nakað, ið er ein trupulleiki hjá Trygd, tí hóast hon letur einar 13 milliónir krónur av eginpeninginum til eigaran, so hevur fyritøkan framvegis eina eginogn, ið er tríggjar ferðir so stór, sum lógarkravið er.


Vænta tað sama

Fyri 2009 roknar Trygd ikki við nakrari stórari framgongd, tí samfelagshjólini mala seinni, og fyritøkan satsar fyrst og fremst upp á at tryggja bilar og hús.

Fyrr hevur felagið roynt seg innan skipatryggingar, men hesum hevur tað slept, og hetta merkir eisini færri inntøkur.

Tí setur fyritøkan sum vón, at hon megnar at flyta fleiri kundar yvir í sín part í 2009, so parturin av verandi marknaði gerst størri.

Seinni í hesum mánaðinum kemur úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum.