Konservativir oddamenn peika á Pape sum forsætisráðharra

Søren Pape Poulsen er ein savnandi persónur, sum hevur tað, sum skal til fyri sum frá líður at gerast forsætisráðharri, siga fleiri fyrrverandi konservativir formenn.

Tað skrivar danska blaðið Jyllands-Posten.

Formaðurin í Konservativa Fólkaflokkinum, Søren Pape Poulsen, verður av sínum egnu mettur sum ein persónur, sum kann savna bláa blokkin í Danmark og sum frálíður gerast forsætisráðharri, skrivar Jyllands-Posten.

Síðani hann í 2014 tók við formanssessinum, hevur friður verið í flokkinum, talið á veljarum er vaksið, og Pape kann samstarva bæði vð reyða og bláa vong, siga fyrrverandi konservativir formenn.

»Hann hevur evnini til at hava tamarhald á støðuni, hann hevur evnini til at tosa við øll, og hann kann eisini siga, hvar skápið skal standa. Hann hevur víst teir eginleikar, sum skulu til fyri at vera ein savnandi forsætisráðharri,« sigur Per Stig Møller, konservativur formaður í 1997-1998 og sum í mong ár var uttanríkisráðharri.

Hann samanber politisku kósina hjá Pape við hana hjá Poul Schlüther:

»Flokkurin er vendur aftur til ein Schlüther-politikk, har vit eru talsfólk fyri tað borgarliga Danmark, men eisini vil hava úrslit.«

Tað eru skjótt 30 ár síðani, at Schlüther fór úr forsætisálaráðnum, og síðani hava tey Konservativu við øll fólkatingsval síðani peikað á sitandi Vinstra-formann sum forsætisráðharra. Eisini Bent Bendtsen, konservativur formaður frá 1999-2008, lýsir Pape sum ein »savandi figur«, sum hevði verið ein góður forsætisráðharri.

Poul Schlüther vil ikki leggja seg út í kjakið, men spurdur, um Pape hevði verið ein góður forsætisráðharri, svarar hann:

»Tað haldi eg nokk, at hann hevði verið. Ja.«

Pape er »smikraður« av tí, sum fyrrverandi formenninir siga, men fer, »sum tað sær út í dag«, ikki eftir forsætisráðharrasessinum.

Danski Fólkaflokkurin og Nýggju Borgarligu vil enn ikki siga, hvønn tey peika á sum forsætisráðharri.