Hjá Tórshavnar sløkkiliðið siga tey í kvøld, at kontainarin nú er farin í helvt, og at ein helmingur nú liggur á høvuðsvegnum, har alt innihaldið í kontainaranum nú fýkur runt á høvuðsvegnum.
Tí verður vegurin Sandvíkarhjalla og til Sund stongdur í kanska ein góðan hálvan tíma aftrat.
Annars hava tey fingið einari 10-12 fráboðanir í kvøld.
- Okkurt vindeyga er brotið, onkrir garðar og ein bátur er loysnaður, sigur vakthavandi sløkkiliðsmaður.
Víðari greiðir hann frá, at toymið hjá Tórshavnar Sløkkiliðið hevur fingið útgerð og annað upp á pláss frá seinasta umgangi 1. jóladag, og tí eru til reiðar til at taka eitt tørn aftrat næsta lítla samdøgrið.