Kontantgjaldið ein neyðloysn

? Sjálv trúgvi eg ikki, at kontantgjaldið fer at minka bíðilistan, men eg mátti broyta støðu fyri at vit ikki skulu missa útbyggingina av barnagarðinum á Flat, sigur Elin Lindenskov

Mótmælið frá Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn ímóti avgerðini at veita kontantan peningastuðul til foreldur fyri at ansa børnunum heima, er lutvíst vent ímóti formanninum í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð, Elini Lindenskov, fyri at hava broytt støðu í málinum.

? Eg skilji støðuna hjá foreldrunum væl, men tað er ikki heilt rætt, tá ið tey siga, at málið um barnagarðin í Sjónleikarhúsinum er samtykt. Tað er í grundini ongantíð endaliga samtykt, ? tað hevur verið í viðgerð, har onnur viðurskifti vórðu vavd uppí, men nakrir býráðslimirnar hava mælt ímóti tí, sigur Elin Lindenskov.

Hví hevur tú broytt støðu?

? Eg havi broytt støðu, tí eg sá, at eg fekk ikki málið ígjøgnum um barnagarðin í Sjónleikarhúsinum. Meiriluti er ikki fyri tí og kontantgjaldið var eitt trýst frá Fólkaflokkinum. Eg var bangin fyri, at útbyggingin av barnagarðinum á Flat fór at verða av ongum. Tí varð semja ístaðin gjørd um peningaligan stuðul til foreldur. At málið ikki fekk nakra politiska viðgerð, áðrenn tað kom í býráðið, komst av tíðarneyð. Men tað kemur so aftur í nevnd, sigur Elin Lindenskov.

? Hetta er ein neyðloysn, sum eg als ikki eru so glað fyri. Hon varð tikin fyri ikki at missa útbyggingina á Flat. Men sjálv trúgvi eg ikki, at tað fer at hjálpa stórvegis uppá akutta tørvin, sigur Elin Lindenskov.


Greiðar reglur

Foreldrafelagið vísir á, at kontanti stuðulin til foreldur, fer at gagna teimum, ið hava ráð at vera heima, meðan tey, ið eru illa fyri, verða verri fyri.

? Sjálvandi skulu vit syrgja fyri, at Almannastovan ikki roknar pengarnar aftur ímóti tí, foreldur, ið fáa forsorgarhjálp, fáa og annars hava greiðar reglur. Talan verður als ikki um at stuðla svørtum arbeiði, sum tey siga, sigur Elin Lindenskov.

Hvussu verður við barnagarðinum í Sjónleikarhúsinum, er ivasamt. Hóast tað hevur ljóðað, at býráðið hevur samtykt at játta at taka av tilboðnum frá Sjónleikarhúsinum, hevur tað ikki gjørt annað enn at arbeiða við málinum í prinsippinum.

? Eg avvísi als ikki, at barnagarður verður í Sjónleikarhúsinum. Málið kom alt ov tíðliga út til almenningin og tí hava fleiri fingið fatan av, at tað er samtykt. Hetta málið hevur fingið eina løgna viðgerð. Men vit eru altíð til reiðar at samráðast við Sjónleikarhúsið, men peningurin, ið er settur av til alternativar ella aðrar loysnir, verður ikki brúktur til Sjónleikarhúsið, sigur Elin Lindenskov.


Bíðilistin

Bíðilistin við børnunum, ið skulu hava vøggustovu- ella barnagarðspláss, økist í hvørjum. Býráðið setti sær fyri at miða ímóti, at 30 pláss verða fingin til vega um árið.

? Tað er alt ov lítið og allir býráðslimir eru greiðir yvir, at vit mugu fáa fleiri. Í summar skuldi listin komið niður á 300, í oktober verða 20 pláss afturat á Flat og í jan. 42 pláss Inni á Gøtu. Tískil skuldi listin verið um 250 um ársskiftið. Og vónandi verða 60 pláss afturat, um býlingahúsini verða útbygt næsta ár. Tað er ein lutfalsliga løtt loysn, men tað velst sjálvandi um, um Landsstýrið góðtekur tað, sigur Elin Lindenskov at enda.


Elin Lindenskov