Maria á Dul, Valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar Býráð
Konufólk skulu framat í politikki. Hetta verður sagt alla tíðina, og ongin flokkur í dag hevði helst torað at komið við lista til valið við ongum konufólki á listanum, tí ongin vil eitast ikki at vilja lova konufólki framat, tað vildi verið politiskt ókorrekt.
Tað er tó ikki nóg mikið, at konufólk eru á einum lista, nei, konufólk koma bara framat, um veljararnir eisini ynskja tað.
Og hví skulu tit veljarar ikki ynskt tað?
Hevur eitt konufólk ikki minst líka gott skil á tí, sum tænir borgarum í eini kommunu, sum mannfólk hava?
Er tað kanska enntá okkurt sum konufólk hava betri skil fyri enn mannfólk?
Tað vil onkur siga, men onkur vil eisini siga: "Mannfólk hava meira skil fyri teim "hørðu" virðunum, og konufólkini fyri teim "bleytu" virðunum.
Mín fatan er at besta úrslitið fæst, um eitt uppskot - eitt evni - verður gjøgnumhugsað og gjøgnumarbeitt bæði frá einum kvinnuligum og einum mannligum sjónarhorni.
Konufólk eru líka væl før fyri at arbeiða við og hava eina meining um mál um havnir og vegir, sum um skúlar, barnagarðar og ellis- & røktarheim.
Tórshavnar kommuna hevur seinasta valskeið gjørt eitt megnararbeiðið serliga innan barnaansingarøki.
Men eisini vegakervi er nógv gjørt við, og nógv er í gongd, og somuleiðis havnaøki, her hugsi eg millum annað um arbeiðið við at reinsa upp í Vágsbotni og um tað snotuliga arbeiði, sum gjørt er í bátahylinum á Argjum.
Eftir stendur at gera nakað munagott við millum annað eldraøki og skúlaøki.
At tað nú er uppá høgu tíð, at betri umstøður mugu fáast til okkara eldru, haldi eg øll eru samd um, so ongin ivi skal vera um at hetta øki verður raðfest høgt.
Innan skúlaøki er nakað gjørt seinastu árini, men har er ikki nóg gott enn.
Sum flest øllum kunnugt er Argja skúli alt ov lítil og hevur verið tað í fleiri ár. Hann eigur tí beinanvegin at verða útbygdur, um ikki onnur munagóð varandi loysn kann finnast. Ungdómurin er jú framtíðin, tí mugu umstøður teirra gerast so góðar sum tilber.
Um Fólkaflokkinum verður víst álit til valið, kunnu borgararnir í kommununi vera vísir í at hildið verður áfram við góða arbeiðnum.
Um konufólki verður víst álit, so kynsbýti millum býráðslimir verður javnari, fæst ein betri viðgerð av øllum málum, borgarunum at frama.