Koppaði á motorsúklu

Stutt fyri midnátt í kvøld varð løgreglan boðsend, tí ein motorsúkluførari var koppaður á Signabø.

Tað var stutt fyri midnátt í kvøld, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein persónur á motorsúklu var koppaður á Signabø.

 

Løgregla og sjúkrabilur fóru á staðið, men tíbetur vísti tað seg, at persónurin ikki hevði fingið nakað mein av týdningi.

 

Vakthavandi sigur í nátt, at persónurin, sum koppaði á motorsúkluni, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Viðhefta mynd er arkivmynd og hevur einki við hendingina í nátt á Signabø at gera.