Í ‘A Piece of Cake’ eru 40 sangarar og 32 av teimum eru við á ferðini. Sangskráin er fjølbroytt og syngja tey m.a. sangir hjá Lennon/McCartney, Thomas Buttenschøn, Sting, Coldplay og Andreas Odbjerg.
Glymur er eisini rútmiskt kór við umleið 30 sangarum. Glymur er skipað undir Tórshavnar Kvøldskúla, kórleiðari er Hans Olivur Joensen. Glymur fer seinni í sangárinum at hátíðarhalda, at kórið hevur heili 40 ár á baki.
Samstarvið er komið í lag gjøgnum Julian Rasmussen, ið er fyrrverðandi kórleiðari hjá Glymi. Julian arbeiðir sum organistur í Skalborg Kirke í Aalborg. Vónandi fer hendan vitjanin at menna samstarvið millum kórini og geva íblástur.
Konsertin verður leygardagin 7. oktobur kl.17 í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla, Landavegur 84. Kórini framføra eisini nøkur verk saman.
Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin.