Vestmanna kommuna boðar í dag frá, at koronustøðan nú eisini ávirkar útibarnagarðin Látipípuna í Vestmanna.
- Vit samskifta við heilsufakliga myndugleikan um íkomnu koronustøðuna, og sambært tilmælinum verður støða tikin lokalt í hvørjum tilburði sær.
Víst verður til tað, sum landslæknin, Lars Fodgaard Møller, sigur um koronu-støðuna í Látipípuni.
- Við fimm tilburðum millum 15 børn eftir einari viku, harav tríggir tilburðir vóru hósdagin og fríggjadagin, er tíverri ógvuliga stórur vandi fyri, at onnur børn eisini eru smittað.
Landslæknin mælir tí til, at stovan, har børnini ganga, verður stongd hesa vikuna.
- Mælt verður til, at børnini halda seg í sóttarhaldi næstu vikuna, og at tey verða kannað leygardagin 6. november, soleiðis at vit eru vís í, at øll eru testað negativ, áðrenn tey aftur koma á stovnin mánadagin hin 8. november, sigur landslæknin.