Korona: Hetta er farið yvir gevind

Frísk fólk taka frá sjúkum fólkum, so her má okkurt gerast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Hetta er farið heilt yvir gevind. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Í áðni greiddu vit frá, at nú verða so nógv fólk kannað fyri koronu í sjúkrahúsverkinum at longu tá ið hesin mánaðurin er farin, eru ikki meiri pengar at gera kanningar fyri.

 

Les meiri her: Korona. Pengarnir fossa úr kassanum

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at hann er púra samdur við forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum, at tað er yvirdrivið at so nógv verða kannað, tí tað er bæði dýrt og orkukrevjandi.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at hetta er farið heilt av sporinum og tí má okkurt gerast fyri at avmarka talið á kanningum. Hvussu tað kann gerast, dugir hann ikki at siga. Men hetta er ein spurningur, sum verður viðgjørdur í landsstýrinum og hann væntar at nærri boð koma fyrsta dagin.

 

Hann heldur, at tað verða nógv fólk kannað, sum tað eingin grund er til at kanna - og tær kanningarnar taka arbeiðsorku, sum átti at verið brúkt upp á sjúk fólk.

 

Nú verða so nógvar kanningarnar gjørdar í Føroyum, at tað er farið heilt av sporinum, tí tað eru frísk fólk í hópatali, sum lata seg kanna. Tí eiga vit at gera boðskapin nógv greiðari um, hvør skal kannast hjá Sjúkrahúsverkinum og hvør skal kannast við snarkanningum.

 

Hann heldur ikki, at Sjúkrahúsverkið skal kanna skúlaflokkar, arbeiðspláss, og onnur, sum sum bara vilja kannast av fyribyrgjandi orsøkum, tí øll tey skulu heldur kanna seg sjálvi við snarkanningum.

 

Tey, sum skulu kannast á sjúkrahúsverkinum, eru í høvuðsheitum tey, sum eru sjúk, ella sum hava verið í beinleiðis samband við fólk, sum eru smittað. Talan er eisini um tey, sum akkurát eru komin til Føroya ella har ein snarkanning vísir at tey hava koronu.

 

– Tað kann aldrin verða til 4.000 – 5.000 fólk um dagin, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at tað merkir, at øll, sum ikki hava eina serliga grund til at lata seg kanna hjá Sjúkrahúsverkinum, skulu halda seg til at kanna seg sjálvi við snarkanningum.

 

Ein máti av avmarka talið á kanningum kann vera at seta mark fyri, hvussu nógvar kanningar verða gjørdar um dagin, men so mugu fólk eisini brúkast vit og skil. Sum støðan er nú er tað ein hópur av frískum fólkum, sum verða kannað, og tað skilji eg ikki, sigur landsstýrismaðurin. Tí er hetta eisini ein spurningur um at brúka vit og skil, leggur hann afturat.

 

 Hetta er ikki ein spurningur um at gevast at kanna fólk – men vit skulu kanna tey røttu fólkini og ikki øll hini, leggur hann afturat. Løgtingið hevur eisini heitt á landsstýrið um at umhugsa at taka gjald frá fólki fyri at verða kannað, men løgmaður hevur áður boða frá, at tað tekur hann ikki undir við.