Korona spjaðir seg sum eldur í Grønlandi

Seinasta samdøgrið eru 477 nýggir smittutilburðir staðfestir í Grønlandi, og í løtuni eru átta fólk innløgd.

Korona spjaðir seg í løtuni sum eldur kring um í Grønlandi, og tað eru serliga størru býirnir, sum eru raktir av smittu.

 

Sermitsiaq veit í dag at siga, at staðfestir eru heili 477 nýggir koronu-tilburðir kring um í landinum seinasta samdøgrið.

 

Ringast raktu býirnir eru hesir: Nuuk (224 tilburðir), Ilulissat (172 tilburðir), Narsaq (37 tilburðir) og Sisimiut (29 tilburðir).

 

Heilsumyndugleikarnir í landinum hava eisini fingið boð um eitt deyðsfall aftrat, har viðkomandi sjúklingur doyði við koronu. 

 

Nú eru tvey fólk deyð við koronu í Grønlandi. Hitt fyrsta deyðsfallið var í november mánaði í fjør. 

 

Í løtuni liggja átta fólk á sjúkrahúsi í Grønlandi við koronu - seks í Nuuk, harav eitt fólk liggur á intensivari deild, eitt í Upernavík og eitt í Maniitsoq.