Korona: Tað er nú vit skulu standa fast

Tað gongur væl at fáa fatur á teimum sum eru smittað, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni

– Hetta er eitt úrslit av, at vit kanna eitt øgiliga stórt tal á fólki.

Tað sigur Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, nú tað er staðfest, at 47 føroyingar hava fingið staðfest koronasmittu.

Sostatt er talið á smittaðu meiri enn tvífaldað upp á eitt samdøgur, tí mánamorgunin vóru tað 18 føroyingar, sum vóru smittaðir.

– Hetta kann tykjast ógvusligt, men tað er ikki so nógv øðrvísi enn vit høvdu væntað, sigur Bjarni á Steig.

Hann sigur, at hetta er eitt úrslit av, at vit í Føroyum kanna eitt stórt tal á fólki.

Hann vísir á, at í Føroyum eru yvir 700 fólk kannað og tað svarar til, at 70.000 fólk vórðu kannað í Danmark. Men har hava tey ikki kannað 10.000 fólk enn.

Í hesum sambandi fegnast yvirlæknin um samstarvið við Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum eigur ein ógvuliga stóran leiklut í at tað yvirhøvur ber til at kanan so nógv fólk – og at vit fáa úrslitini so skjótt.

– Hetta er ikki teirra starvsøki, men tað er kortini ein uppgáva, tey beinanvegin átóku sær og síðani hava tey arbeitt allan sólarkringin at kanna tær royndirnar, sum eru gjørdar. Tey arbeiða skjótt, og dygdin er í hásæti og sostatt fáa vit álítandi úrslit væl skjótari enn vit annars høvdu fingið, og tað er heilt avgerðandi í stríðnum ímóti korona, sigur Bjarni á Steig.

Og hann sigur, at ætlanin er ikki at slaka av, tvørtur ímóti er ætlanin at kanna so nógv fólk, sum tilber

Hann sigur, at mannagongdin er nevniliga framvegis at finna tey, sum eru smittað, og at fáa tey avbyrgd. Og tað er ein mannagongd, vit mugu halda fast í, tí hetta vísir, at vit finna tey, sum eru smittað, so at vit fáa tey avbyrgd.

Men hann fegnast eisini um, at tað eru so mong, sum fara í sjálvboðið sóttarhald.

Hinvegin leggur mannagongdin, heilsuverkið í Føroyum hevur gjørt, upp til, at fólk taka ábyrgd sjálvi og ansa bæði eftir sær sjálvum, og eftir øðrum.

– Eingin av teimum, sum eru smittað, eru løgd inn á sjúkrahús og tað er eitt ljóspunkt, sigur Bjarni á Steig.

Og hann leggur dent á, at fáa vit onkrar sjúklingar, sum fáa brúk fyri læknahjálp, er heilsuverkið brynjað til at standa ímóti tíð, bara vit klára at tálma smittuspjaðingini.