Skulu føroyingar hava eina talgilta undirskrift, fer tað at kosta 17,1 milliónir krónur, umframt 2,5 milliónir í rakstrarútreiðslum um árið.
Tað sigur Johan Dahl Landsstýrismaður, nú Janus Rein, tingmaður, hevur spurt hann, hvussu gongur at útvega føroyingum eina talgilta undirskrift.
Men enn er óvist, nær vit fáa eina talgilta undirskrift, tí á fíggjarlógini í ár er í hvussu so er ongin peningur settur av til endamálið.
Johan Dahl sigur, at fyri at tryggja, at fólk fara at brúka talgiltu undirskriftina, er tað alneyðugt, at vit hava eina felags, talgilta undirskrift.
- Royndir uttanlands hava eisini víst, at netbankin er ein avgerandi táttur fyri, hvussu nógv búkra eina talgilta undirskrift.
- Saman við felagnum hjá peningastovnum, er semja um at brúka NemID skipanina og tað liggur í kortunum, at landið og peningastovnarnir rinda hvør sína helvt av útreiðslunum.
Skipanin kostar 14,9 milliónir, men harumframt skal landið brúka 2,2 milliónir til at laga serskipanir hjá landinum til NemID skipanina.