Kostar í 25 ár at kuta blokkin

Tað tekur 25 ár, at Føroyar koma á sama inntøkustøði, sum tær hava verið á, um ríkisveitingin og aðrir fíggjarligir fyrimunir í ríkisfelagsskapinum fara burtur. Soleiðis hevur gingið í nógvum londum, og sambært Jóannesi Jacobsen, búskaparfrøðingi er tað sama helst galdandi fyri Føroyar

Tað tekur umleið 25 ár at koma á sama støði, sum samfelagið hevði verið á, um tað helt fram at vera í ríkisfelagsskapi, tá tað verður kravt, at tað fær ein sjálvberandi búskap.

Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur latið kanning gjørt, og tað eru Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, og Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingur, sum hava gjørt sjálva kanningina.

Teir hava millum annað hugt at umleið 60 londum, við færri enn trimum milliónum íbúgvum, sum hava fingið fulveldi eftir 1960, og tað vísir seg, at tað í miðal tekur 25 ár hjá hesum londum at koma á sama støði, sum tey høvdu verið á, um tey framvegis vóru í einum ríkisfelagsskapi.

– Tað sum mann sær, er at tað er eitt stórt fall í intøkustøðinum at byrja við, men aftaná tað, hava tey havt størri búskaparvøkstur enn lond, sum ikki hava frásagt sínar fíggjarligu fyrimunur, og eftir eina langa skiftistíð, so er intøkustøðið komi á sama støði, sum tað hevði verið á, um tey ikki frásagd sær sínar fíggjarligu fyrimunir, sigur Jóannes Jacobsen.

Hetta útleiðir Jóannes Jacobsen, soleiðis, at kostnaðurin at frásiga sær sínar fíggjarligu fyrimunir er tað lægri inntøkustøðið, sum mann hevur í tí skiftistíðini.

Hann viðgongur tó, at hetta er eitt útgangsstøði, sum kann diskuterast, tí millum annað er talan um nógv lond í Afrika, sum hava ligið í borgarakríggi leingi, eftir at tey eru vorðin sjálvberandi.


Pengar fyri onki

Sambært Jóannes Jacobsen er stóri fyrimunurin við ríkisveitingini, at tað eru inntøkur, sum kunnu brúkast til at keypa ting, uttan at vit brúka føroyska arbeiðsmegi og kapital til at fáa hetta.

– Vit kunnu brúka størri part av føroyskari arbeiðsmegi og føroyskum kapitali upp á heimamarknaðarframleiðslu. At klippa hvørjum øðrum um tú vilt, sigur Jóannes Jacobsen.

Hinvegin eru eisini vansar við hesum peninginum, sum vit fáa fyri onki.

– Møguliga negativa ávirkanin við ríkisveitingini er gjøgnum búskaparpolitikkin. Hon kann gera, at vinnubygnaðurin og vinnupolitikkurin er verri, enn hann kundi verið, sigur Jóannes Jacobsen.

Hann leggur dent á, at tað er av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin, at júst vinnupolitikkurin verður broyttur.


Fiskivinnan má broytast

Skulu Føroyar hava ein sjálvberandi búskap, so er tað sambært kanningini sera týdningarmikið, at stórar broytingar verða gjørdar í fiskivinnuni, fyri at búskapurin verður stýrdur meiri skynsamt.

Kanningin mælir millum annað til, at tað er sera týdningarmikið, at tað verður ein marknaður fyri náttúrutilfeingi.

– Tað er serliga fiskurin, sum svimur í sjónum, sum er ogn Føroya fólks, sum eg havi skilt tað. At tað tilfeingi verður lutað út eftir marknaðartreytum og ikki administrativt, soleiðis, sum tað verður gjørt í dag, sigur Jóannes Jacobsen.

Tað vil siga, at fólk skulu rinda fyri at brúka tilfeingi.

Harafturat verður mælt til, at allar studningsskipanirnar, sum eru í dag, skulu avtakast, soleiðis, at tað ikki verður ávirkað av politiskum studningi, hvar fólk arbeiða.

Verður hetta gjørt, so merkir tað beinleiðis, at fiskivinnan fær verri treytir at arbeiða undir.

– Studningskipanirnar gera, at fiskivinnan megnar at keypa arbeiðsmegi og kapital, sum tað ikki er vinnuligt grundarlag fyri. Tað vil siga, at ein partur av arbeiðsmegini og kapitalinum ikki gera nakað ískoyti til fiskivinnuna, men kundu givið eitt íkast til búskapin í øðrum vinnum, sigur Jóannes Jacobsen.