Kostar at úttala seg um uttanríkispolitikk

Hósdagin verður tiltak í Norðurlandahúsinum um framtíð Føroya í Evropa. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, stendur í skránni at vera vertur, og samstundis rindar løgmansskrivstovan 20.000 krónur til tiltakið. Uttanríkisráðið er ikki á skránni til ráðstevnuna, men tað rindar somuleiðis 20.000 krónur til tiltakið fyri at eygleiða. Hetta heldur Óli Samró ikki vera løgið. – Tú betalur eisini fyri at fara í biograf, so hetta er púra náttúrligt

Við nøvnum sum Thorvald Stoltenberg, sum í tveimum umførum var uttanríkisráðharri í Noregi, og øðrum serfrøðingum innan uttanríkispolitikk og fiskivinnupolitikk, skipar Óli Samró fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum hósdagin.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sleppur eisini upp í part, har hann setur ráðstevnuna og sleppur at tosa um sínar uttanríkispolitisku ætlanir.

Á einum setrið i Norðurlandahúsinum verður Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sum kanska sleppur at siga nøkur fá orð at enda.

Fyri at uttanríkisráðharrin og fýra onnur úr ráðnum á nakran hátt skuldu sleppa við, so mugu skattgjaldararnir lata Óla Samró slakar 20.000 krónur og løgmansskrivstovan letur somuleiðis 20.000 krónur fyri síni fimm fólk.

Hetta sær Óli Samró ikki sum nakran trupulleika.

- Eg eri ein privatpersónur, ið skipar fyri eini ráðstevnu við serfrøðingum. Og hví skuldi uttanríkisráðið verið við uttan at gjalda, tá eg havi funnið nakrar serfrøðingar á økinum, spyr Óli Samró. Hann leggur afturat, at hetta er ikki nakað øðrvísi, enn hann plagar at gera, og at hann fegnast um, at Kaj Leo Johannesen, løgmaður, vil vera við sum vertur, tí tað er ein fyritreyt at hava eina ávísa tign, handan tílík tiltøk.

- Tá tú fert í biograf skalt tú eisini gjalda fyri atgongumerkið, og hevði ráðstevnan verið uttanlands, við so góðum fólki, so hevði talan verið um minst 1000 evrur fyri hvønn áhoyrara, staðfestir Óli Samró.


Fínur prísur

Kaj Leo Johannesen er tó sannførdur um, at peningurin er væl nýttur.

- Fyri so stórar kapasitetir er hesin peningur ikki illa latin, staðfestir løgmaður, sum tó er av tí áskoðan, at almennu myndugleikarnir í Føroyum alt ov sjáldan skipa fyri veruligum ráðstevnum.

Á sama hátt heldur løgmaður als ikki, at hann er skeivur persónur at seta ráðstevnuna, hóast hann heldur, at tað ber til at spyrja Óla Samró, hví uttanríkisráðið ikki er boðið við.

- Tá løgmaður verður biðin at seta eina ráðstevnu, so haldi eg tað vera beinleiðis ófólkaligt, um eg ikki sigi ja, greiðir Kaj Leo Johannesen frá. Løgmaður stendur at vera vertur fyri ráðstevnuni, og tí er skjótt at hugsa, at hann er eitt slag av fyriskipara, men tí noktar hann fyri.

- Hvat fólk nevna meg leggi eg ikki so nógv í. Um tey hava hug at kalla meg vert ella protector, tað kann gera mær tað sama, men tað er altso Óli Samró, sum skipar fyri hesi ráðstevnu, sum hevur sera góð nøvn, ið vit kunnu læra nógv av.


Ikki smartar idéir

Kaj Leo Johannesen leggur somuleiðis stóran dent á, at henda ráðstevnan kann verða sera gevandi, tá talan um vitan innan ES.

- Hetta er ikki ein ráðstevna, har tað handlar um at fáa smartar idéir. Tað handlar um at fáa veruliga vitan, og ikki um at finna sær ein vogn at hoppa uppá, sigur Kaj Leo Johannesen. Sum heldur eina av orsøkunum til, at Óli Samró hevur valt hann at seta ráðstevnuna, er, at løgmaður hevur arbeitt sera nógv við ES, áðrenn hann kom í politikk.


Stjelur ikki fokus

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, leggur tó stóran dent á, at hann ikki skal blanda seg ov nógv upp í uttanríkispolitikkin.

- Eg havi veruliga sett meg aftanfyri Jørgen Niclasen, tí tað er sjálvandi hann, sum í høvuðsheitum skal úttala seg um uttanríkispolitikk, men løgmaður skal eisini úttala seg, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann greiðir somuleiðis frá, at tað er púra vanligt aðrastaðni, at mann finnur onkran við tign, at seta eina ráðstevnu, og tá er púra vanligt at nýta premierministarar og líknandi.