Kostar høvdið

Verða almennir stovnar fluttir, skal tað verða eftir eini politiskari semju.
Tað staðfestir Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at hetta samdust samgongan um eftir at heilsutrygdin varð flutt til Klaksvíkar.
Hann staðfestir sostatt, at ger okkurt landsstýrisfólk av at flyta ein almennan stovn, uttan at politisk semja er um tað, fer tað at fáa avleiðingar fyri viðkomandi landsstýrisfólk.
Sostatt fer tað at kosta viðkomandi landsstýrisfólki høvdið.
Men sum tað sæst í øðrum greinum her á síðuni, metir hann ikki, at talan er um at flyta ein stovn, tá ið ein partur av Barsilsskipanini verður fluttur til Suðuroyar

Annika mótmælir til fánýtis
Løgmaður fer ikki at taka mótmæli frá Anniku Olsen til eftirtektar.
Tað staðfestir hann fyri Sosialinum.
Landsstýriskvinnan í innlendismálum er í øðini um ætlanina at flyta ein part av umsitingini av barsilsskipanini til TAKS í Suðuroy.
Hon staðfestir, at tá ið heilutrygd varð flutt til Suðuroyar, gjørdi løgmaður greitt, at hetta átti at verið viðgjørt í landsstýrinum, og at framyvir skuldi onki landsstýrisfólk flyta nakran stovn, uttan at hetta hevði verið fyri á landsstýrisfundi.
Hendan flytingin hevur ikki fingið nakra politiska viðgerð og er heldur ikki viðgjørt í landsstýrinum, sigur hon
Nú vónar hon, at løgmaður heldur orð, sum hon málber so, og gevur landsstýrismanninum við vinnumálum og í fíggjarmálum greið boð um at taka hesa flytanina aftur.
Men løgmaður sigur, at hann ger ikki meiri við flytingina og hann fer sostatt ikki at taka mótmæli frá landsstýriskvinnuni til eftirtektar.
- Men vil Annika Olsen hava málið til viðgerðar á landsstýrisfundi, er hon sjálvandi vælkomin til tað, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann vísir annars á, at málið hevur verið til umrøðu á landssýrisfundi fyrr í ár.
Les eisini greinina: Í fínasta lagi at flyta størvini til Suðuroyar


.