Amerikanski løgmálaráðharrin kallar tað eitt álop beint í hjartað á amerikanska lóg og rættvísiskenslunu.
FBI fer undir at kanna, hvat hendi í mótmælisgonguni í Charlottesville í Virginia, har hann 32 ára gomul kvinna doyði og 19 fólk vórðu særd, tá ein bilur koyrdi inn í mótmælisfólkini.
Tað skrivar fleiri altjóða tíindastovur.
– Harðligur gøtuófriður og deyði í Charlottesille raka beint í hjartað á amerikanska lóg og rættvísiskenslunu, sigur amerikanski lógmálaráðharrin, Jeff Sessions.
– Tá slíkar atsóknir koma frá rasufordómum og haturi, so svíkir tað okkara kjarnuvirði og skulu ikki góðtakast, sigur Jeff Sessions sambært tíðindastovuni AP.
Umframt tey 19, sum fingu skaða, tá tey vórðu ákortd, eru 16 onnur viðgjørd fyri skaðar í gøtuófriðinum.
/ritzau/