Oddbjørn Joensen, sum gjørdist føroyameistari við HB í fjør, er eisini hýruvognsførari. Og tað var á einum av hesum túrunum, at AB spurdi seg fyri, um hann hevði hug at gerast hjálparvenjari hjá felagnum.
- Tað er ofta tilvildarligt, hvussu slíkt kemur í lag. Eg koyri hýruvogn og var ein túr á flogvøllinum, har eg hitti Sjúrð Olsen, formann FC Argir. Hann nevndi so henda møguleikan og eg svaraði, at tað kunnu vit altíð tosa um. Síðani hava vit tosað saman, og tað er so endað við, at eg eri vorðin hjálparvenjari hjá AB, greiddi Oddbjørn Joensen millum annað frá í Morgunsendingini á Rás2 í gjár.
Hoyr alla samrøðuna, sum Rannvá Gaard Fossaberg hevði við Oddbjørn Joensen á Rás2, við at trýsta á pílin undir myndini.