Eins og alla aðrastaðnis, har tey kongaligu vitja, stóð stásiligir bilar klárir at koyra tey kongaligu, um tey høvdu tørv á tí.
Aðrastaðnis hevur tó verið vanligt, at flestu bilarnir verða fluttir til staðið, har tey kongaligu vitja, men hesaferð var tó eitt sindur øðrvísi. Bilurin, sum flutti drotningina og prinsin, var nevnliga eingin annar enn tann hjá sjálvum borgarstjóranum á Sandi, Páll á Reynatúgvu.
At viðurskiftini eru eitt sindur øðrvísi her á landi enn so nógva aðrastaðnis, sást eisini, tá ið kongaliga vitjanin var liðug. Tá koyrdi borgarstjórin sjálvur bilin, og tá vóru tað nøkur fólk frá útvarpinum, sum fingu loyvi at sita á júst somu setrum, sum drotningin og prinsurin høvdu sitið á stutta løtu frammanundan.