Hjalmar N. Poulsen
Nógv rumbul hevur seinastu tíðina verið um koyrifrálæru og prótøku av koyrikorti til motorsúkklur.
Ætlaðin við umtalaðu kunngerðini hevði til endamáls at verja ungdóm okkara, soleiðis at hann ikki sluldi koma sær í óføri av ókunnleika í ferðsluni.
Júst tað øvugta er hent. Hetta tí at lógarbrot ella umsitingarligt fusk er framt í føroysku landsumsitingini. Kalla tað nú hvat tú vilt, men týdningurin er tann sami og avleiðindarnir hareftir.
Vinnumálaráðharrin vildi vera við, at hetta ikki var lógarbrot. Men hann hevði ikki nakað annað gott orð at kalla “syndromið”. Helt víðari uppá, at slíkt ikki far avleiðingar fyri umsitingina sum so.
Jú takk, slíkt eru vit so von við og hetta er heldur onki umdantak.