Mikukvøldið fingu teir grønu úr Havn, vitjan av vestmenningum, og har gjørdu teir gulu bar tog vunnu at endanum við fimm málum.
Gult vann á grønum
Vestmenningar løgdu bragdligari fyri og vunnu sær leiðsluna, og hana hildu teir restina av dystinum. Tá bríkslað var til hálvleiks var støðan 11-18 til VÍF, og Serliga Agnar Joensen var tendraður. Hann hamraði heili seks mál í netið, tann fyrsta hálva tíman, og í hølunum á honum vóru tveir Kyndlamenn, ið báðir skoraðu fýra mál hvør, í fyrra hálvleiki.
Intensitetur
Heili 10 ferðir varð bríkslað fyri brotskasti, og tað gevur ábendingar um at spælið, til tíðir, var hart. Serliga heimaliðið fekk ágóðan av teimum mongu brotskøstunum, tí sjey av brotskøstunum vórðu tillutaði Kyndli. Kyndlamenn høvdu kanska ynskt at teir fingu fleiri tillutaði, tí øll sjey køstini hjá teimum grønu endaðu í málinum. So okkurt hava teir gjørt rætt, tá teir hava studera Eli Müller, málverjan hjá vestmenningum.
Neistin fyri framman
Næsti dystur hjá óhepnu Kyndlamonnunum verður klassiski kampurin um Havnina, tá teir grønu taka móti teimum bláu. Hetta skuldi verið eitt gott høvi hjá Kyndli at vent keðiligu gongdini, og fyri samstundis at skapt enn størri spenning í oddinum, har StÍF andar Neistan tungt í nakkan.
Fakta:
Kyndil-VÍF 26-31 (11-18)
Málskjúttar:
Kyndil: Hjalti Jacobsen 9, Hans Á. D. Christiansen 6 (4), Finnur Hansson 3 (2), Rani Ellingsgaard 2, Ken Zachariasen 1 (1), Regin Fossaberg 1, Hans A. Thomsen 1, Bárður Johannesen 1.
VÍF: Áki Olsen 8 (1), Agnar Joensen 7 (1), Niels Andreasen 5, Jákup S. Andreasen 3, Bjarti Hansen 2, Rúni Joensen 2, Rói Lamhauge 1, John M. Andreasen 1, Fríðbjørn Seloy 1, Daniel Rapa 1.
Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 3
Útvísingar: Kyndil 1, VÍF 3
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen
Í Faktaboks:
Støðurnar í Atlantic Airways og Sunset kappingunum hjá ávíkavist monnum og kvinnum:
Atlantic Airways kappingin:
D V-J-T Mál+/- Munur Stig
1 Neistin 7 5-1-1 210-189 21 11
2 StÍF 7 5-0-2 202-168 34 10
3 H71 7 4-0-3 183-181 2 8
4 VÍF 8 3-1-4 225-230 -5 7
5 Kyndil 8 3-0-5 198-224 -26 6
6 KÍF 7 1-0-6 169-195 -26 2
Sunset kappingin:
D V-J-T Mál+/- Munur Stig
1 Stjørnan 7 6-0-1 212-154 58 12
2 Neistin 6 5-0-1 160-127 33 10
3 VB 6 3-1-2 128-127 1 7
4 Kyndil 8 2-1-5 177-208 -31 5
5 VÍF 8 2-1-5 164-195 -31 5
6 StÍF 7 1-1-5 152-182 -30 3