Aftan fyri hvørja hurð er ein søga. Men ikki allar hurðar goyma eina dramatiska lokala søgu, ið samstundis er heimssøga og ein stór kærleikssøga.
Aftan fyri úthurðina í einum reyðum raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn finst ein slík søga. Hon verður søgd av einari lítlari og lívsglaðari eldru kvinnu, sum letur upp, tá vit banka uppá. Á hurðaskeltinum stendur Zwinge. Fyri Thurid Zwinge.
Í 1940 varð hon - eins og allir aðrir føroyingar - drigin inn í 2. heimsbardaga. Men tá Thurid forelskaði seg í einum enskum yvirmanni, kom hon krígnum nærri enn flestu aðrir føroyingar: Kríggið og kærleikin drógu hana burtur frá móðurlandinum og djúpt inn í krígsins myrka veruleika. Hetta broytti lív hennara fullkomiliga.
Hendan søgan verður nú søgd í einum nýggjum dokumentarfilmi.
Gyltur møguleiki
Í fleiri ár hevur tíðindamaðurin Uffe Bregendahl vitað um hesa sjáldsomu søguna hjá Thurid Zwinge.
Í 2010 slóg hann seg saman við føroyinginum Jógvan Olsen, ið hevur verið hansara fasti samstarvsfelagi gjøgnum fleiri dokumentarfilmsframleiðslur til TV2 DANMARK.
Saman gjørdu teir filmsupptøkur og savnaðu stórar nøgdir av tilfari í Føroyum. Seinni noyddust teir ein túr til Týsklands og teir hava eisini savna tilfar frá Imperial War Museum í Onglandi.
Uffe Bregendahl metti søguna hjá Thurid at vera ein gyltan møguleika fyri at kunna danir um krígssøguna í Føroyum, sum ikki minst fekk stóra ávirkan á føroyska stýrið.
Sendingin THURIDS KRIG er send í mið- og vesturjútlandi og nú er tíðin komin til at geva føroyingum innlit í spennandi søguna hjá Thurid Zwinge. Ein partur av heimssøguni, ið hevur goymt seg innanfyri úthurðina í einum reyðum raðhúsi í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn.
Myndatekstir:
Thurid úti á Tinganesi undir upptøkunum til filmin "THURIDS KRIG".