Teit tríggir afganarnir, sum komu til Føroya við Norrønu mánamorgunin, sita nú í Mjørkadali og bíða, meðan politiið kannar, hvaðani teir eru komnir.
Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line sigur, at teir tríggir menninir høvdu fjalt seg í eini bingju, og alt bendir á, at teir eru farnir inn í bingjuna, áðrenn hon fór umborð á Norrønu í Hirtshals.
Tað er ikki ofta, at ferðafólk sníkja seg við Norrønu, men tað hendir.
Ein trupulleiki er, at hava fólk fingið fótin fastan í Evropa, er lætt hjá teimum at sleppa víðari á Schengen-økinum, har ikki er neyðugt at vísa pass. Men koma tey til Íslands, skal passið fram.
Rúni V. Hansen heldur ikki, at eftirlitið hjá Smyril Line er ov vánaligt. Allar altjóða reglur verða hildnar, sigur hann.
Teir tríggir afganarnir sluppu ósæddir úr bingjuni, tá ið Norrøna var komin til Føroya og fóru á politistøðina at melda seg sjálvar.
Sambært politinum høvdu teir ætlað sær til Íslands at biðja um friðskjól.