Krabbameinsfelagið vil hava fleiri limir

Tær næstu vikurnar fer Krabba­meins­felagið undir átak at fáa fleiri limir til fel­agið

Krabbameinsfelagið, sum hev­ur nógv virksemi, fær ong­an almennan stuðul. Inn­tøk­ur­nar eru limagjald og pen­ing­a­gávur.
Tað er umráðandi fyri okk­ara felag at vera meira fram­asøkið. Tí er neyðugt við nógv­um limum. Soleiðis fær fel­agið betur hjálpt og stuðl­að fólki við krabbameini og teirra avvarðandi, stuðlað gransk­ing og arbeitt við upp­lýs­ing og fyribyrging.
Tær næstu vikurnar fer Krabba­meins­felagið undir átak at fáa fleiri limir til fel­ag­ið. Tað verður millum ann­að gjørt við, at ringt verður heim til fólk, ið verða spurd, um tey vilja verða limir í fel­ag­num.
Felagið vónar at fólk fara at taka væl undir við á­tak­i­num.
Lim­a­gjaldið er 200 krónur um árið fyri einstaklingar og 500 krón­ur fyri feløg.