Kravið er 12 ítróttagreinar

Skulu vit hava Oyggjaleikir til Føroya, so er kravið, at vit kunnu hýsa 12 ítróttagreinum, og har er golf helst tann mest realistiska, sigur ÍSF-forsetin

 

 

Í grein her á in.fo sigur Schandorff Vang, at í verandi støðu hevur bogaskjótingin í Føroyum als ikki umstøður til at hava eitt Oyl-landslið. Og enn minni at hýsa oyggjaleikum.

 

ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, vil ikki beinleiðis leggja seg í kjakið um verandi umstøðurnar hjá bogaskjúttum.

 

- Tað er sjálvandi neyðugt, at bogaskjúttarnir hava hóskandi umstøður til venjing, tí hetta er fortreytin fyri menning. Og vónandi ber til at betra um hesar umstøður í samstarvi við myndugleikarnar. Men tosa vit um føroyskum vertsskapi fyri Oyggjaleikum, so er okkara fatan, at vit hava eina loysn til ta tíð.

 

- Tá er kravið heilt einfalt, at vit skulu kunnu hýsa 12 ítróttagreinum. Vit kunnu hava 14 ymsar greinar, men minstakravið er 12, og tað er hesum, sum vit arbeiða fyri.

 

- Sum er hava vit 11 av slagnum. Í 9 førum eru vit púrasta klár, og Tórshavnar kommuna hevur játtað at dagføra skjótibreytina á Sandvíkum og at gera Fløtuna í Hoydølum klára til bogaskjóting.

 

- Eru hesi bæði í rættlag, so restar bara ein ítróttagrein, og her tykist golf at vera besti møguleikin. Triathlon til dømis ikki ein møguleiki hjá okkum, tí vatnið er ov kalt. Tennis hava vit tikið lut í, men hvørki land ella kommunur hava sýnt áhuga fyri at gera nøktandi anlegg til hetta. Hinvegin hevur Tórshavnar kommuna sagt seg vilja gera golfbreyt, um landið útvegar lendið, og har er neyðugt, at semja um tann partin kemur í hesum mánaðinum, sigur Petur Elias Petersen.

 

Ætlandi skulu Oyggjaleikir haldast í Føroyum í 2019 við hesum ítróttagreinum:

Badminton

Bogaskjóting (Á Fløtuni Fríðu í Hoydølum)

Borðtennis

Fimleikur

Flogbólt

Fótbóltur

Frælsan ítrótt

Golf (nýggj golfbreyt á Glyvursnesi)

Judo

Skjóting (Dagførd breyt á Sandvíkum)

Súkkling

Svimjing