Krepputekin standa við í Manchester United

Premier League: Manchester United tapti aftur í kvøld og nú hómast ónøgd

Tríggir dystir í 24. umfari í Premier League hava verið í kvøld. Leicester City og Tottenham vunnu væntaðar sigrar á heimavølli, meðan Manchester United heldur fram at tapa. Hesa ferð móti Burnley á heimavølli.

Manchester United tapti sunnudagin 2-0 á Anfield móti Liverpool, men Ole Gunnar Solskjær, venjari hjá Manchester United, helt fyri at gongdin er tann rætta. Í dag fekk hann møguleikan at prógva tað, men tað endaði við einum heldur eyðmýkjandi ósigri fyri Burnley.

Fleiri miðlar skriva í kvøld, at nú hómast av álvara ónøgd á Old Trafford. Tað gongur fyri tað mesta útyvir Glazer-familjuna, sum eigur felagið og mannin, sum rekur tað, Ed Woodward.

##med2## 

Einasta troystin hjá Manchester United er, at liðið bara er seks stig frá sætta plássi, har Chelsea heldur fram at seta stig til, men nú blanda Tottenham og José Mourinho seg í Champions League stríðið. Totenham vann í kvøld 2-1 á Norwich.

Leicester er í holt við at tryggja sær Champions League fótbólt til komandi kappingarár. Teir vunnu greiðan 4-1 sigur á West Ham í kvøld. Tó mátti Jamie Vardy lata seg útskifta við fipur í baklærinum. Seinasti dysturin í 24. umfari verður í morgin, tá Wolverhampton tekur móti Liverpool.

Premier League 24. umfar:

AFC Bournemouth- Brighton 3-1

Aston Villa – Watford 2-1

Crystal Palace – Southampton 0-2

Everton – Newcastle 2-2

Sheffield United – Manchester City 0-1

Chelsea – Arsenal 2-2

Í dag:

Leicester City – West Ham 4-1

Tottenham – Norwich 2-1

Manchester United – Burnley 0-2

Hósdagin:

Wolverhampton – Liverpool (20.00)

1Liverpool22211052:1464
2Man City24163565:2751
3Leicester24153652:2448
4Chelsea24124841:3240
5Man Utd2497836:2934
6Tottenham2497838:3234
7Wolves23810534:3034
8Sheffield Utd2489725:2333
9Southampton24941131:4231
10Arsenal24612632:3430
11Crystal Palace2479822:2830
12Everton24861028:3530
13Burnley24931228:3830
14Newcastle24861024:3630
15Brighton24671127:3425
16Aston Villa24741331:4525
17West Ham23651227:3823
18Bournemouth24651323:3723
19Watford24581121:3623
20Norwich24451524:4717