Jenis av Rana skal verða koyrdur frá sum landsstýrismaður í uttanlandsmálum. Tað krevur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Hann setir hetta kravið fram eftir at Jenis av Rana boðaði frá, at hann fer ikki at vísa á Søren Pape Poulsen sum forsætismálaráðharra í Danmark. Tí hann er samkyndur.
Les meiri her: Nei til samkyndan forsætisráðharra í Danmark
– Skommin er hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, sum geva honum valdið, sigur Høgni Hoydal á Facebook.
Hann sigur, at Jenis av Rana hevur enn einaferð lýst sína »mannvondu hugsan mótvegis samkyndum«. Hann niðurger menniskjavirði og javnrættindi hjá sínum næsta. Hann noktar samkyndum at taka lut á jøvnum føti í fólkaræðinum og at røkja politisk størv, sigur Høgni Hoydal.
– Hetta stríðir ímóti øllum teimum virðum, hugsjónum og málum, sum Tjóðveldi byggir á. Og vit góðtaka hetta ikki á nakran hátt og taka alla hugsandi frástøðu frá tí, leggur hann afturat.
Hann staðfestir, at Jenis av Rana er settur sum uttanríkisráðharri fyri føroysku tjóðina, og at tað er løgmaður, sum hevur sett hann.
– Tað eru Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin, sum eru grundarlagið undir hansara sessi, sum hann dyggiliga misnýtir støðugt, niðurger fólk í Føroyum og aðrastaðni - og skaðar Føroyar úti i heimi.
Tí krevur Høgni Hoydal, at løgmaður, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin seta Jenis frá. Hendir tað ikki, fer Tjóðveldi at reisa misálit á løgtingi.