Krevja ómaksgjald fyri at veksla evrur

Fleiri av teimum stóru handilsketunum í Bretlandi krevja ómaksgjald frá fólki, sum vilja sleppa at rinda við nýggja gjaldoyranum

ÚTLAND


Bretland er eins og Danmark og Svøríki ikki við í felags evropeiska gjaldoyrasamstarvinum, sum kom í gildi í hinum tólv ES-londunum á nýggjárinum. Fleiri av teimum kendu bretsku handilsketunum so sum Virgins, Dixons og Marks & Spencer hava tó boðað frá, at fólk kunnu rinda við evrum í teirra handlum.

Men handlarnir krevja ómaksgjald fyri at veksla evruna til bretsk pund. Blaðið The Independent skrivar, at tey, sum rinda við evrum í handlunum hjá Dixons, fáa tvey prosent minni enn tann alment ásetta kursin fyri evruna. Dýrast í so máta er tó bóka- og pappírshandilsketan WH Smith. Har krevja tey átta prosent fyri at veksla evrur til pund, skrivar The Independent.

Nevndarformaðurin í Dixons, Stanley Kalms, er ein av teimum harðastu mótstøðumonnunum ímóti bretskari luttøku í gjaldoyrasamstarvinum, men hann hevur sagt, at ómaksgjaldið í handlunum hjá Dixons hevur einki við hansara egnu áskoðan at gera. Ómaksgjaldið skal bert fíggja tær umsitingarligu útreiðslurnar, sum standast av tí nýggja gjaldoyranum, sigur hann.

Bretski ráðharrin í evropeiskum málum, Peter Hain, bað í gjár stórhandlarnar sleppa kravinum um ómaksgjald. Ráðharrin segði, at ómaksgjaldið er óheppið, og hann segði seg vænta, at tað fer at raka bretsku ferðavinnuna meint, verður tað ikki slept.