Jákup Mørk
Síðani september mánað í fjør hava Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið verið í samráðingum, men hóast einir átta fundir eru hildnir millum partarnar, so ikki komið á mál enn.
Eftir øllum at døma standa partarnir hampuliga langt frá hvørjum øðrum, tí í gjár vórðu boð send eftir semingsmonnunum, sum nú skulu hjálpa til í royndunum at finna eina semju.
Terji Sigurðsson er semingsmaður, men her og nú vil hann ikki tað heilt stóra um trætuna ella útlitini fyri at loysa hesa.
– Vit vórðu boðsendir mánadagin, og vit hava havt ein fund saman við pørtunum. Her eru vit fyrst og fremst kunnaðir um tilgongdina, sum hevur verið, á teimum fundum, sum partarnir hava verið á.
Týsdagin skuldu sáttmálapartarnir ætlandi útflýggjað semingsstovninum alt tilfar og fundarfrásagnir, sum hava við samráðingarnar at gera, og Terji Sigurðsson sigur, at teir seinni í vikuni taka støðu til, hvussu víðari verður farið fram í málinum. Men hann vil einki siga um, hvørji útlitini fyri eini semju eru.
– Enn er alt ov tíðliga hjá mær at gera nakra meting um, hvussu útlitini eru fyri seming, og eg fái heldur ikki sagt stórvegis um, hvørji krøv skilja partarnar. Men spurningur um løn og eftirløn eins og onnur sáttmálaviðurskifti eru tó partur av hesum, sigur Terji Sigurðsson.
Hann sigur víðari, at enn er eingin arbeiðssteðgur fráboðaður, so tað er ikki neyðugt hjá semingsstovninum at brúka nakra freist um útseting enn.