Krevur forboð: Disney-filmur er homo-propaganda

Ein nýggj innspæling av Disney-klassikaranum Beauty And The Beast hevur fingið sinn í kók í Russlandi.


Politikarin Vitaly Milonov krevur, at mentamálaráðharrin bannar filminum, sum Milonov heldur ”promoverar pervers kynslig sambond”.

Í nýggja filminum er gongdin tann, at tá ið Gaston ikki fær prinsessuna og hálva kongaríkið, fær hann í staðin ein serliga góðan vin, Lefou, og teir blíva meiri enn væl.

Vitaly Milonov kallar sambært The Guardian filmin ”bøssa-propaganda”, og hann hevur sent skriv til russiska mentamálaráðharran og biðið hann kanna málið nærri. Hann mælir til, at útgávan av filminum verður steðgað í Russlandi.

Síðani 2013 hevur tað í Russlandi verið ólógligt at geva børnum upplýsingar um samkyndleika. Lógin, sum var undirskrivað av Vladimir Putin, fekk nógv umrøðu, tá ið hon var sett í gildi.

Leikstjórin av nýggja Disney-filminum sær ongan trupulleika í, at filmurin lýsir eitt forhold millum tveir mans.