Flestu havnafólk munnu vita, hvør Nemus Napolen Djurhuus er og ikki heilt fá uttan fyri Havnina heldur. Í eitt mannaminni hevur hann verið fótbóltsdómari, men nú eru longu 20 ár síðani, at hann fall fyri aldursmarkinum fyri at døma í bestu deildini. Síðani hevur hann verið virkin í dómaraarbeiðinum hjá FSF, fyrst og fremst sum eygleiðari.
Hóast tað eru 20 ár síðani, at Nemus dømdi ein vaksnamannadyst, so er hann enn virkin, bæði sum eygleiðari og sum dómari. Nú dømir hann eini 15 dystir um árið fyri HB, í aldursbólkunum upp til unglingar.
Hann stúrir tó fyri framtíðini hjá dómarastættini í føroyskum fótbólti.
- Um ikki okkurt verður gjørt, so endar FSF í somu støðu sum HSF, at tað mangla dómarar. Har er alt ov lítil tilgongd. Sum er, eru eini sjey, átta dómarar til Effo-deildina, og tað merkir, at ein dømir næstan hvørt vikuskifti. Tað er strævið at vera dómari. Ein skal vera líka væl fyri sum spælararnir, í líka góðari venjing. Tað vísir seg nú, at tað er ein trupulleiki at fáa fatur í fólki, sum vilja geva tað, sum krevst, sigur fyrrverandi fótbóltsdómarin.
- Fyri at gerast venjari í Effo-deildini, so má ein taka uppgávuna í álvara. Tað verður eitt offur fyri teg og familjuna. Tað krevur nógva tíð, og tað krevur nógv tol. Sum dómari fært tú nógvar lortaspannir oman yvir teg viðhvørt, so tað krevur harða húð eisini, sigur Nemus Napoleon Djurhuus.
Hóast hann er farin um tey seksti, er Nemus nú á fyrsta sinni farin undir at taka koyrikort. Hví so er, kanst tú lesa um í Vikublaðnum, ið varð borið í hvørt hús mánadagin.