Kríggj í Klaksvík

Tó er lóðurin ella skotverkið sjógvur úr slangum og onkur, sum ikki hevur slangur ella sproytu, nýtir ístaðin spann – alt hetta sum partur av Føroya Sjómannadegi.

Tó er lóðurin ella skotverkið sjógvur úr slangum og onkur, sum ikki hevur slangur ella sproytu, nýtir ístaðin spann – alt hetta sum partur av Føroya Sjómannadegi.

Skip og bátar sigla uppá síðuna av hvørjum øðrum og so í víggj. Brimil og Triton í fremstu røð – ja, enntá  stendur brandliðið á keikantinum við sínum amboðum og sptoytar teir bátar, fylltar við børnum og spælisjúkum pápum og mammum, sum tora at koma framvið.
 
Jú, leikur fór hugaliga fram við kæti og um ein karmur kemur meir ella minni, hevur ikki so stóran týdning.
 
Gestirnir úr Akureyri umborð a Húni II, sum bjóðaðu hákall, undraðust á vátligu og skemtiligu orrustuna. Teir løgdu dýran við, at teir vildu hava klaksvíkingar við aftur til Akureyrar at læra frá sær og serliga at læra tey ungu at rógva.