Kringvarpið skal hava tvær óheftar tíðindaeindir

Kringvarpsstjórin noyðist nú at søkja eftir einum tíðindaleiðara afturat, tí landsstýriskvinnan í mentamálum er sannførd um, at skipanin við einari tíðindaeind og einum tíðindaleiðara er brot á kringvarpslógina

Í skrivi í gjár, sum er sent úr Mentamálaráðnum til stýrið fyri Kringvarpið, sigur Helena Dam á Neystabø:

- Eg dugi við mínum besta vilja ikki at síggja, at verandi leiðslubygnaður við einum tíðindaleiðara er í samsvari við grein 6, stk. 2 í kringvarpslógini um tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir. Sum áður nevnt havi eg í hesum sambandi eisini ráðført meg við politikarar og onnur, sum vóru við til at smíða og samtykkja kringvarpslógina, skrivar hon.

Sostatt staðfestir hon fyribilsniðurstøðu sína frá 8. desember í fjør, har hon eisini gjørdi Kringvarpsstýrinum greitt, at hon ikki metti, at lógin fyri kringvarpið var hildin i sambandi við tíðindadeildirnar.

Boðini í brævinum frá landsstýriskvinnni eru greið, og ikki til at misskilja - nú skulu tíðindadeildirnar ganga í tveimum bólkum.

Helena Dam á Neystabø vísir m.a. á, at ein uppgáva hjá Kringvarpsstýrinum er at góðkenna, hvussu stovnurin og virksemið hjá stovninum verða skipað, og er hetta treytað av, at bygnaðurin er í samsvari við ásetingarnar í kringvarpslógini.

Harafturat skrivar hon, at hon ikki ætlar sær at taka stig til at broyta lógarásetingina um tvær tíðindadeildir.

Kringvarpið er eisini á skránni í Løgtinginum í dag. Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur sett Helenu Dam á Neystabø tveir fyrispurngar. Annan um tíðindaeindirnar og hin um lýsingarnar, og um hvussu langt ætlanirnar um at niðurlaga handilslýsingarnar í Kringvarpinum eru komnar, og herundir nær ein public service sáttmáli verður gjørdur við Kringvarpið.