Kringvarpið skal gjalda bøturnar

Tað sigur fakfelagið hjá tíðindafólkum, Føroysk Miðlafólk, sum hevði aðalfund í gjár

Tað sigur fakfelagið hjá tíðindafólkum, Føroysk Miðlafólk, sum hevði aðalfund í gjár.

 

Yvirlýsingin frá Føoyskum Fjølmiðlafólkum er soljóðandi:

 

– Í sambandi við sakarmálið móti fýra miðlafólkum minna Føroysk Miðlafólk á, at ovasta leiðsla í fjølmiðlum hevur ábyrgdina av tí, sum miðilin ber fram.

 

Journalistiskt arbeiði er arbeiði fyri miðilin, og sambært lóg eru stjórar, sum hava ábyrgdina.

 

Føroya Rættur hevur í sakarmálinum móti trimum navngivnum kringvarpsfólkum og einum redaktøri á portal.fo, dømt bót til hvønn einstakan, men hvørt einstakt tíðindafólk eigur ikki at hava eina hóttan um persónligara bót hangandi yvir sær í gerandisdegnum.

 

Ovasta leiðslan hevur ábyrgdina og skal verja síni starvsfólk - eisini tá tey vera drigin í rættin.

 

Um starvsfólk á einum miðli verður dømt fyri ærumeiðing í arbeiðshøpi, so eigur miðilin at rinda bøturnar.

 

Og tað er eisini ábyrgdin hjá ovastu leiðslu at greiða lurtarum, hyggjarum ella lesarum frá, hví miðilin rindar bøturnar hjá starvsfólkunum.