Fiskifloti
Sum skilst, telist Kristian Martin Rasmussen, nótaskipareiðari, millum áhugaðu keypararnar av ísfiskatrolarunum, sum áður vóru heimahoyrandi í Klaksvík, men sum Føroya Banki nú eigur.
- Jú, eg kann vátta, at vit hava tosað saman her norðuri, og at okkara útspæl er, at Kristian Martin Rasmussen keypir skipini, sum kunnu verða við til at tryggja okkum ráfiskagrundarlagið á Kósini.
Jóhan Páll vísir á, at upprunaliga ætlanin hjá honum og Maru Seafood, nú Føroya Banki keypti skipini á tvingsilssølu, var at keypa skipini aftur og reisa virksemið av nýggjum.
- Men vit koma eftir øllum at døma ikki longur, leggur hann aftrat.
Jóhan Páll sigur, at hugskotið við at Kristian Martin Rasmussen keypir nøkur av skipunum, meðan Maru Seafood framhaldandi rekur virkini og tey skip, sum eftir eru, ivaleyst hevði verið ein gongd leið burtur úr støðuni.
- Men sum vit her norðuri skilja, liggur alt í óvissu, nú vit skilja, at stórur áhugi eisini er aðrastaðni fyri skipunum, sigur hann.
Virksemið hótt
Jóhan Páll Joensen ásannar, at alt virksemið hjá Maru Seafood er hótt, og nú einki fiskaarbeiði er á Kósini og Norðís Seafood á Eiði, verður helst bara ein spurningur um tíð, nær alt er farið.
- Vit vildu gjarna verið við til at endurreist alt hetta virksemi av nýggjum, men soleiðis, sum landið sær út til at liggja í løtuni, eru útlitini døpur, sigur Jóhan Páll Joensen.