Kristiansand er seks stig frá einum endaspælsplássi

Kristiansand hevur seks dystir at leika í grundspælinum

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í dag dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Kristiansand spældi móti Halden, ið vann dystin 25-23. Í fyrra hálvleiki var Kristiansand omaná, og vóru Tróndur og liðfelagarnir á odda 13-10 í steðginum.

 

Tróndur skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.

 

Kristiansand er nummar 10 í deildini við 13 stigum. Teir hava seks stig upp til áttanda plássið, ið gevur atgongd til endaspælið. Á áttanda plássinum hevur Arendal 19 stig.

 

Seks dystir eru eftir at leika í grundspælinum, so tað verður ikki lætt hjá Kristiansand at vinna seg millum átta tey fremstu liðini.

 

Mikudagin klokkan 17.30 spælir Kristiansand dyst á útivølli móti Runar Sandefjord.