Kórið var í juni mánað uttanlanda á sangferð. Tey sungu í dómkirkjuni í Roskilde, í Lund dómkirkju og í Oslo dómkirkju, umframt aðrastaðni, t.d. í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Sunnudagin 7. desember syngur kórið til gudstænastuna í kirkjuni í Hesti og sama kvøldið verður sungið í Kirkjubøar kirkju. Tann 14. desember syngur kórið í Vesturkirkjuni og 22. desember í Havnar kirkju.
Fyrsti leiðarin hjá Kristiliga Sangkórinum í 1953 var Holger Borgen Hansen (nú Lindhardt), sum í dag er 87 ára gamal, hann kemur úr Danmark at vera við til konsertina tann 29. november, og skal hann stjórna tveimum av sangunum, sum verða sungnir.
Síðan kórið varð stovnað og fram til í dag hava verið fleiri kórleiðarar: Frank Reines, Alfred Dahl, Eilif Samuelsen, Jóannes Nolsøe, Knút Olsen, Kári Bæk, Bjarni Restorff, Pauli í Sandagerði, Inga Strøm og Hans Pauli Tórgarð.
Síðan september 1977 hevur Hanus Joensen , skúlastjóri, í Tórshavnar kommunuskúla, verið kórleiðari.
Í ár eru 50 ár síðan Kristiliga Sangkórið varð stovnað. Í hesum sambandi hevur kórið jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum tann 29. november kl. 18 við fjølbroyttari skrá.