Tað siga teir báðir, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, og Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
Kristin Michelsen heldur tað vera marghátligt, at øll samgongufólk – uttan Bjarni Hammer – svíkja løgmann og taka undir við einum uppskoti frá Sólvit Nolsø um at beina málið aftur í nevnd. Sólvit Nolsø, sum var ein av teimum tingfólkunum, sum skrivaði undir breiðu semjuna, sum varð gjørd tann 8. november í fjør.
Kristin Michelsen er eisini sera vónsvikin av suðuroyingunum og hálvu suðuroyingunum í Løgtinginum, at teir ikki stuðlaðu uppskotinum hjá løgmanni. Kristin Michelsen fór so langt sum at siga, at hann hevði mist mótið.
Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági segði við útvarpið, at hann er sera vónsvikin, men at hann enn hevur vónina.
Hann heldur, at Løgtingið átti heldur at samtykt tey broytingaruppskot, sum vóru í gjár, heldur enn nú at byrjast skal av nýggjum.
Men hann varðvetir vónina um, at uppskotið um Suðuroyartunnilin verður samtykt í heyst.