Kristina á ferð í Danmark

Í hesum døgum er sangarindan Kristina Skoubo Bærendsen á einari stuttari konsertferð í Danmark og hóskvøldið klokkan 19.30 fer hon at hava konsert í Áarstovu í Aarhus.

 

25 ára gamla Kristina Skoubo Bærendsen er dóttir fyrsta countrysangaran í landinum, Alex Bærendsen. Sum 18 ára gomul fór hon at syngja kór hjá nýggja føroyska countrynavninum, Halli Joensen úr Klaksvík. Í 2012 gav Kristina út fyrstu fløguna í egnum navni "Kristina". Tvey ár seinni, fyri jól í 2014, gav Kristina út aðru solofløguna "Nothing's here to stay". Báðar útgávurnar eru metsølufløgur og allastaðni, har Kristina syngur, fær hon framúr ummæli.

 

Saman við sær hevur hon rættuliga stóran bólk. Umframt tríggjar danir, sum spæla trummir, bass og guitar, so hevur hon tikið Finn Hansen við á keyboard og tríggjar blásarar. Hesir eru Ólavur Olsen á flugelhorn, Johan Hentze á trompet og Mortan Zachariassen á saksofon.