Tá ákoyringarnar koyrdu upp á tað harðasta ímóti Pálli á Reynatúgvu, táverandi borgarstjóra á Sandi, gjørdi kona hansara, Kristina á Reynatúgvu, av, at hon ikki vildi vera leiðari fyri barnaverndartænastuna í Sandoy, tí ivi varð sáddur um hennara starvssetan.
Orsøkin til ivan var, at nógv bendi á, at borgarstjórin var við í starvssetanini av síni egnu konu til leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Sandoy.
Stutt eftir, at Kristina á Reynatúgvu segði seg úr starvi, legði Páll á Reynatúgvu frá sær sum borgarstjóri.
Hetta var samstundis, sum spurningur um gegni hjá borgarstjóranum í starvssetanini av konuni var inni hjá Almannamálaráðnum.
Var gegnigur
Tá niðurstøðan hjá ráðnum kom, var hon greið. Páll á Reynatúgvu var ikki ógegnigur, tá Kristina á Reynatúgvu varð sett í starv, tí hann hevði ikki verið við til samrøður og fundir, sum høvdu beinleiðis ávirkan á starvið.
Um vikuskiftið skrivaði Sandoyarportalurin, at tað fyri kortum varð søkt eftir leiðara fyri Barnaverndartænastuna í Sandoy, og at Kristina á Reynatúgvu, sum fyri kortum segði seg úr starvi, nú er sett aftur í sama starv.
– Eg kann bara vátta, at eg eri sett aftur í starv, sigur Kristina á Reynatúgvu við Sosialin.