Aftur í vetur verður farið undir at undirvísa í kvøldskúlanum um ymisk evnir, sum hava við kristna trúarlívið at gera. Í fjør varð roynt við einum bíbliu kvøldskúla undir kvøldskúlaskipanini í Gøtu og í Havn. Hetta fekk góða undirtøku, og nú verður ikki bara undirsíng í Havn og í Gøtu, men eisini í kvøldskúlanum í Klaksvík.
Hugsanin er ikki at hava eina ?breiða? gjøgnumgongd av bíbliuni, men heldur at viðgera nøkur ávís evnir, sum hava við trúgv og lív hjá tí kristna at gera. Bara trý evnir verða viðgjørd í vetur, og so mikið betri verða stundirnar at seta seg inn í hesi evni.
Tað størsta evnið er trúarlæra, sum út frá bókini hjá Carl Fr. Wisløff - jeg ved på hvem jeg trir, gevur eina bíbilska gjøgnumgongd av, hvat og hvønn kristna trúgv okkara byggir á. Hetta evnið varð eisini gjøgnumgingið í fjør. Annað evnið er um kristanar kirkjur og trúarsamfeløg so sum hvítusunnusamkomur, katólsku kirkjuna, baptistar, adventistar o.a., um sereyðkenni teirra í læru og bygnaði, mótvegis okkara luthersku-evnagilisku kirkju. Triðja evnið er um gudstænastuna, ippruna, um form og liturgi.
Kvøldskúlin í vetur varar 24 vikur. Undirvíst verður tveir tímar hvørt mánakvøld. Tað ber til at tekna seg á tlf. 22533.
Frálæran í Havn
Trúarlæra 24 tímar við Sverra Steinhólm. Aðrar kirkjur og túarsamfeløg 16 tímar við Peter O. K. Olofson. Gudstænastan - søga, innihaald og liturgi 8 tímar við Emil Olsen.
Undirvísingin verður í Kommunuskúlanum mánakvøld kl. 19-21.
Frálæran í Gøtu
Aðrar kirkjur og trúarsamfeløg 16 tímar við Peter O. K. Olofson. Gudstænastan - søga, innihald og liturgi 8 tímar við Emil Olsen. Trúarlæra 24 tímar við Thomas Dam.
Undirvísingin verður í skúlanum við Gøtugjógv mánakvøld kl. 19-21.
Frálæran í Klaksvík
Trúarlæra 24 tímar við Ólavi Christiansen. Aðrar kirkjur og trúarsamfeløg 16 tímar við Hjørleif Poulsen. Gudstænastan - søga, innihald og liturgi 8 tímar við Niels Paula Danielsen.
Undirvðisingin verður í skúlanum á Ziskatrøð mánakvøld kl. 19-21.
Allastaðni verður fyrsta kvøldið mánakvøldið 6. oktober.