Fótbóltur
Tað var dyggur smeitur hjá B71, at liðið í 9. umfarinum av Formula-deildini varð avbukað av Víkingi.
Tann dysturin undirstrikaði eisini veruleikan, sum eitt botnlið livir í, tí verður mótburðurin ov stórur, kann hetta veruliga senda fótbóltslagið í botn.
Og við reyða kortinum til Wellington Soares hevur B71 eisini ein spælara minni at seta í hópin hesaferð. Hinvegin er Eirikur Poulsen aftur tøkur, eftir at hann var úti seinast, men roknað verður ikki við, at Jóhannis Jensen er tøkur. Hann noyddist skaddur av vøllinum, tá B71 tapti móti Víkingi.
Í Havn hevur Rúni Nolsøe havt sera fáar spælarar til venjing hesa vikuna.
Bæði U- og A-landslið hava havt sínar uppgávur at hugsa um, og tí hevur manntalið til venjingarnar ligið um teir sjey spælararnar, sigur Rúni Nolsøe.
Fríggjadagin skuldi hópurin tó aftur verið á leið intaktur, og tá fæst eisini at vita, hvussu álvarsligur skaðin hjá Jákupi á Borg er, eftir at hesin noyddist at lata seg skifta út í Estlandi. Hartil eru Milan Kuljic og Mortan úr Hørg báðir úti við skaða. Ein av teimum, sum vanliga er við til at styrkja breiddina í hópinum, er Emil N. Leifsson, men hann er leikbannaður, og kann tí ikki takast inn í Formula-hópin hesaferð.