Óla Jákup Kristoffersen, sum er verji hjá tí 24 ára manninum, ið er ákærdur í sovnevnda øksarmálinum, krevur tann ákærda frídømdan. Fyrr í dag kravdi verjin hjá tí 22 ára gamla, at hann varð dømdur fyri grovan harðskap og ikki fyri morðroynd, sum ákærin krevur.
Verjin hjá eldra manninum vísti á, at tað er ikki prógvað, at tann 24 ára gamli helt tí álopna føstum, og tað er als ikki prógvað, at talan er um morðroynd. Teir ákærdu hava ikki tosað ella skrivað saman um at drepa nakran.
Óla Jákup Kristoffersen segði í sínari framløgu, at tann álopni hevði skapt konfliktina við at sláa fyrst. Teir ákærdu fóru bara út fyri at fáa hann at biðja um umbering, og tann 24 ára gamli kundu ikki vita, at endin bleiv so galin.
Verjin vísti á, at eingin ivi er um, at tað var hin maðurin, tann 22 ára gamli, sum framdi harðskapin, meðan tann 24 ára gamli einki gjørdi og skal tí frídømast.