Ingolf S. Olsen
-----
Alt eftir, hvussu ógvusliga ella varisliga tølini verða sett upp, so missa vit onkustaðni millum 200 og 180 milliónir krónur um árið í skattainntøkum av føroyingum, sum arbeiða uttanlands.
Land og kommunur býta skattin nøknlunda helvt um helvt, so hetta merkir, at missurin hjá kommununum er millum 90 og 100 milliónir krónur. Og hetta merkist.
– Tað er so einfalt, at mangla 100 milliónir krónur í hjá kommununum, so mugu tær klára seg við tí minni, tí tær hava ikki aðrar inntøkukeldur. Tí er tað eisini greitt, at fáa kommunurnar ikki fleiri inntøkur, verður avleiðingin annaðhvørt, at skatturin má upp, ella at tænasturnar í støðugt størri mun mugu fíggjast við brúkaragjøldum – ella í triðja lagi, at tænasturnar bara versna munandi, sigur Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunusamskipan Føroya, KSF, og greiðir nærri frá:
– Kommunurnar hava bert inntøkuskattin at dúva uppá. Tí rakar tað tær serliga hart, tá ið alsamt fleiri borgarar forvinna sínar pengar uttanlands og gjalda skatt har. Landið hinvegin fær hóast alt ágóðan av vaksandi mvg-inntøkum, punktgjøldum og øðrum. Eisini síggja vit, at landið skrivar út aðrar skattir til dømis á alivinnuna og á makrel- og sildafiskiskapin, men inntøkurnar frá hesum fara allar í landskassan og koma ikki kommununum til góðar.
Steinur omaná byrðu
Eyðun Christiansen vónar, at tað fer at eydnast fíggjarmálaráðharranum at fáa skattin heim, sum føroyingar rinda uttanlands, ella í øllum førum ein part av honum. Tí heldur verandi gongd fram, so fer tað av álvara at merkjast.
– Samlaði kommunuskatturin er umleið 1,4 milliardir krónur, so góðar 100 milliónir krónur muna nógv. Tað er tíverri eisini soleiðis, at tær kommunurnar, sum frammanundan eru ringast fyri, missa mest, sigur hann.
Kommunurnar, sum eru ringast fyri í hesum høpi, eru tær við teimum óstøðugu og lágu inntøkunum. Ofta eru hetta kommunur í útjaðaranum og annars smáar kommunur við fáum almennum arbeiðsplássum. Tær stóru kommunurnar og serliga tær í miðstaðarøkinum eru betri fyri, tí her eru fleiri almenn arbeiðspláss og eisini fleiri vælútbúgvin fólk við høgum lønum.
– Tær verri stillaðu kommunurnar eru eisini tær við lutfalsliga flest fiskimonnum, og tí verða tær eisini harðari raktar av sjómannafrádráttinum enn tær størru, so hjá teimum peikar tað mesta skeiva vegin, staðfestir KSF-aðalskrivarin.
Landið rindar munin
Hann fegnast um, at Jørgen Niclasen lovar, at kommunurnar undir øllum umstøðum verða hildnar skaðaleysar fyri mistum skattainntøkum, tá tær taka yvir eldraøkið, ætlandi 1. januar 2015, men ivast í, um tann loysnin einsamøll verður gagnlig í longdini.
– Tað er gott, at kommunurnar verða kompenseraðar fyri mistar skattainntøkur, men í samlaða roknistykkinum snýr tann loysnin seg jú bara um at flyta pengarnar úr einum almennum kassa og í ein annan. Við tí loysnini verður minni av pengum hjá landinum at arbeiða við, og tað kann í seinasta enda aftur ganga út yvir kommunurnar. Tí er tað okkara ynski, at sjálvur trupulleikin við skattingini uttanlands verður loystur ella munandi bøttur, so samlaðu skattainntøkurnar verða tað størri, sigur Eyðun Christiansen.
Mugu ikki revsa
Eisini hann ávarar tó ímóti at gera ógvuslig skattlig inntriv í skattin hjá teimum, sum arbeiða uttanlands.
- Vit vilja hava fólkavøkstur, og tá er gongda leiðin ikki at fara út og revsa útvaldar samfelagsbólkar. Tað besta er sjálvsagt, um vit bara kunnu flyta skattin heim. Men sama, hvat roynt verður, so skal tað helst ikki merkjast sum ein smeitur hjá tí einstaka, tí so er bara vandi fyri, at tey verða rikin av landinum. Vit mugu heldur ikki gloyma, at tey eisini koma heim við nóvum pengum, sum koma samfelagsbúskapinum til gagns. Tí mugu vit gera alt fyri, at tey verða búgvandi her, sigur Eyðun Christiansen.
Samhugin í vanda
Men verður onki gjørt, so er hin sonevnda sosiala kontraktin í stórum vanda, óttast hann. Tann sosiala kontraktin er eitt hugtak, sum merkir, at borgararnir í einum samfelag góðtaka og kenna, at tey liva undir somu skipanum, reglum og lógum og hava nakrar felags skyldur og rættindi.
– Tí er alneyðugt at gera broytingar, so fólkið sum heild kann hava eina fatan og kenslu av, at vit øll eru felags um at gjalda fyri vælferðarsamfelagið. Um tann sosiala kontraktin syndrast, fáa vit eina støðu við líkasælu og uttan felags ábyrgdarkenslu. Eitt tað fyrsta tekinið upp á tað plagar at verða, at øvundin fær valdið, fólk fara at skeldast sínamillum, og ongin leggur nakað í, um tað verður snýtt í til dømis skatti og við sosialum tænastum. Skatturin verður tá bara sæddur at vera órættvísur og av tí ónda, ávarar Eyðun Christiansen.