Í einum rættiliga hvassorðaðum skrivi fílist Kommunusamskipan Føroya á, at Annika Olsen vil halda kommununum uttan fyri ávirkan um kommunupolitikkin. Í tíðindaskrivinum, sum er undirskrivað av Heðini Mortensen, formanni, verður sagt: » Kommunurnar í Kommunusamskipanini góðtaka tí undir ongum umstøðum at vera útihýstar í allari teirri týdningarmiklu politisku tilgongdini at broyta kommunubygnaðin og innihaldið í honum«.
Í skrivinum verður víst til úttalilsir frá landsstýriskvinnuni í innlendismálum, »at hon nú ætlar at seta eina nevnd við landspolitikarum at fremja fráboðaða kommunureformin«. Og tað ætlar Kommunusamskipan Føroya sær ikki at lynda.
»Tað er sjálvandi jaligt at hoyra, at landsstýrið nú er sinnað at fremja veruligan kommunupolitikk við ítøkiligum ætlanum. Tí hava vit bíðað eftir leingi. Men líka so hugstoytt og ørkymlandi er tað, at landsstýrið nú ætlar at gera hetta uttan at kommunupolitikarar, sum eru fólkavald at taka sær av kommunum, verða nevnd við einum orði og tí ikki ætlast tikin við í tilgongdina yvirhøvur«, verður sagt í tíðindaskrivinum.
»Vit vænta tí eina rættleiðing frá landsstýriskvinnuni. Vit vænta og krevja eisini fundarboð frá landsstýriskvinnuni, so at nevndin, hon nú ætlar at seta, eisini hevur kommunupolitisk umboð á jøvnum føti við landspolitisku umboðini«, sigur Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya í skrivinum.