Økt er tal av kappagrøvum

Tjóðveldismenn vóru ikki bjartskygdir áðrenn samgongufundin fríggjadagin. Heini O. Heinesen kvað um kappargravir á Stiklastøðum


 

Samgongukreppa

Eftir at komið var út, at løgmaður ikki hevði hug at hava nakra fólkaatkvøðu um fullveldisætlanina, varð samgongufundur hildin i Tinganesi.

Ikki tóktust allir samgongulimir hava tær stóru vónirnar til, at nakað gott fór at spyrjast burtur úr.

Serliga tjóðveldismenninir hildu ikki, at nakað var at heinta. Heini O. Heinesen kom kvøðandi upp gjøgnum trappurnar: »Lokið stríð á Stiklastøðum, økt er tal av kappagrøvum,« uttan tó at leggja nakað meria nágreiniligt í, hvørjir falnui kapparnir vóru. Men sum skiltist metti hann, at tjóðveldismenn fóru at falla í hesum stríði.

Eingin hevði tó hug at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum viðgerast skuldi.

Báðir ungu landsstýrismenn Fólkafloksins sótu í eini sofu úti á loftinum og skemtaðust, meðan hinir fólksfloksmenninir og sjálvstýrisfólkini sótu í fundarhølinum og bíðaðu eftir tjóðveldisfólkunum, sum vóru nakað seinkað.

Líkt var tó ikki til, hóast alt, at allir tjóðveldismenninir vóru so øgiliga keddir av støðuni. Mentamálaráðharrin hevði hug og stundir at seta seg hjá pressufólkunum uttan fyri eina løtu at tosa um leyst og fast.