Økt vaktarhald á Føroya Tele

Mikukvøldið var tað ógvuliga torført hjá fólki at fáa samband á internetinum. Orsøkin var, at Føroya Tele hevði arbeitt við at umleggingum á telefonnetinum, men trupulleikar vístu seg eftir hesa umleggingina. Nú skal altíð ein vera á vakt, tá trupulleikar stinga seg upp

 

Føroya Tele fer í næstum at hava fólk á vakt alt samdøgrið. Tey skulu vera tilreiðar at fara til arbeiðis, um trupulleikar av ymsum slag stinga seg upp.

Mikukvøldið vóru trupulleikar við internetinum hjá Føroya Tele. Fleiri fólk hava gramt seg um henda trupulleika, tí alt kvøldið bar ikki til at fáa samband. Ikki fyrr enn út á náttina fór tað at rigga aftur.

Tá fólk ringdu til Tænastumiðstøðina at kæra sína neyð, fingu tey at vita, at eingin var til arbeiðis á internetdeildini hetta kvøldið. Tí var eingin at loysa trupulleikarnar.

Hetta skal ikki koma fyri aftur. Tí arbeiðir Føroya Tele við at gera eina vaktarskipan, har eitt starvsfólk er tøkt allar tíðir á samdøgrinum. Í fyrsta umfari verður náttarvaktin bara á stand-by, so at hon er klár at koma til arbeiðis, um nakað stingur seg upp.

Hetta sigur Hjalgrím Hentze, sum er tekniskur stjóri á Føroya Tele.

Annars sigur hann, at eini seks fólk vóru til arbeiðis mikukvøldið, og tey royndu at fáa bilbukt við teimum teknisku trupulleikunum við internetinum. Hann sigur, at trupulleikarnir mangan eru óguliga torførir at finna, og tí kann tað gerast drúgt at fáa hetta í rættlag.

Nú skulu vaktirnar skipast soleiðis, at onkur altíð er klárur at fara til arbeiðis at greiða teir teknisku trupulleikarnar, sum fólk boða Føroya Tele frá allar tíðir á samdøgrinum.