Kundu verið spard fyri kynsliga misnýtslu

- Tað, sum nú er komið fram, er ræðuligt, og kommunan hevur eina stóra ábyrgd av hesum, siga hjúnini, sum sendu kommununi teldupost longu í 2009. Grannar til húsið í Serritslev í Danmark, har foreldrini búgva, sum nú eru skuldsett fyri serliga grova vanrøkt av børnum og dýrum, eru ikki blíðir.

Longu hin 12. mai í 2009 vendu hjúnini, Svend og Hanne Grethe, sær við klagu til Brønderslev kommunu, tí tey høvdu varhugan av, at alt var ikki, sum tað átti.

Tað, sum nú hevur fingið øði í grannarnar, er, at kommunan ikki tók hesa klagu í álvara, nú tað vísir seg, at hjúnini í Serritslev hava tvingað elstu dóttrina av hava kynsligt samband við ein hest.

- Tað, sum nú er komið fram, er ræðuligt, og kommunan hevur eina stóra ábyrgd av hesum. Ymiskt av tí, sum hendi, kundi verið umgingist, um kommunan hevði gripið inn, tá vit sendu okkara teldupost, sigur Svend Guldhammer Mortensen.

Hjúnini Mortensen búgva beint við, har skuldsettu hjúnini við níggju børnum búgva.

Fleiri av umtalaðu børnunum komu í heimið hjá Mortensen-hjúnunum at spæla við abba-og ommubørnini har.

- Børnini vóru ofta inni hjá okkum, og tey vóru kontakt-søkjandi. Eg trúgvi nú, at tey tóku okkara heim sum eitt goymistað. Ymiskt gjørdi, at eg stúrdi fyri, at okkurt ikki ruggaði rætt heima hjá teimum, siger Svend Guldhammer Mortensen.

Brønderslev kommuna vil eftir øllum at døma ikki gera viðmerkingar til ítøkiliga málið.

Myndin, sum er sett inn í størru myndina, er av Svend og konu hansara, Hanne Grethe.

Lesið eisini www.portal.fo