Samkynd og mannarættindi
Í kjalarvørrinum á kjakinum um støðuna og rættindini hjá teimum samkyndu í Føroyum hevur samkyndi føroyski læknin Bogi Davidsen tikið stig til at kunna føroyskar politikarar um tey samkyndu og teirra støðu úti sum heima. Í gjár skuldi hann hitta umboð fyri fleiri av flokkunum. Allir flokkar høvdu játtað at hitta Boga uttan Miðflokkurin, sum ikki hevði tikið støðu til hesa áheitan, tá blaðið fór til prentingar. Bogi Davidsen sigur við Sosialin, at hann hevur tikið hetta stigið fyri at kunna føroyskar politikarar um eitt mál, sum teir kanska ikki vita so nógv um. Hann viðgongur, at tað er eisini ringt at lóggeva um nakað, sum man ikki veit so nógv um og tí heldur hann tað eisini vera rættiliga umráðandi at geva politikarunum innlit í hvørji rættindi tey samkyndu hava í øðrum londum og í hvønn mun vanlig mannarættindi tryggja hesi fólk. Sjálvur vil Bogi Davidsen fegin vera talsmaður fyri tey samkyndu, sum oftani hava trupult við at orða seg og tala sína egnu søk. -Eg havi lætt við at kunna greiða frá hesum, og tí vóni eg eisini, at politikarar, uttan mun til hvørja áskoðan teir hava, vilja lurta eftir mær. (Sí eisini grein á síðu 11)