Kunning um niðurlegging av skúlum

Í samband við atkvøðugreiðslurnar um at leggja Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla niður, verður skipað fyri almennum kunnandi borgarafundum.

Í samband við atkvøðugreiðslurnar 26. januar 2016 um at leggja Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla niður, verður skipað fyri almennum kunnandi borgarafundum.

 

Sunda kommuna vísir á, at borgarafundir verða í Bygdarhúsinum í Hósvik týsdagin 19. januar klokkan 19 - og á skúlaloftinum í Hvalvíkar skúla mikudagin 20 januar klokkan 19.

 

- Tikið verður saman um, og skúlabygnaðurin í Sunda kommunu verður lýstur við atliti til, um atkvøðuúrslitið vísir ja ella nei fyri at varðveita Hósvíkar skúla og Hvalvíkar skúla.

 

Sunda kommuna sigur, at á almennu fundunum verður orðið eisini frítt, og býráð og skúlaleiðsla fara at svara spurningum.