Annika B. Mortensen
??????????????????
Eitt vaksandi tal av ungum úr øllum heiminum velja at lesa uttanlands og seinastu árini eru fleiri og fleiri farin til Australia.Í dag eru meir enn 180.000 ung frá meir enn 140 ymiskum londum og lesa í Australia. Millum sviar og norðmenn er Australia eitt av best umtóktu støðum at vinna sær hægri lesnað, men sambært Holger Arnbjerg, frá Altjóða Skrivstovuni, er higartil bara ein føroyingur í Australia og lesur.
Eftir at Altjóða Skrivstovan skipaði fyri lestrarstevnu í heyst hava fleiri ungir føroyingar fingið áhuga fyri Australia. Tí hevur Holger Arnbjerg fingið eina kunningarvitjan til Føroya í lag. Ì dag og í morgin, 14. og 15. apríl, fáa føroysku miðnámsskúlarnir vitjan av Palle Steen Jensen, frá EDU Danmark, og Kristin Skare, frá La Trobe fróðskaparsetrinum í Melbourne í Australia. EDU Danmark er danska umboðið fyri mong altjóða fróðskaparsetur og samstarvar við átta lærdir háskúlar í Australia. Á La Trobe fróðskaparsetrinum í Melbourne eru 27.000 lesandi og teirra millum eru umleið 3.800 útlendingar.
Palle Steen Jensen sigur at tað er eingin loyna hvussu trupult tað er at velja lestrargrein og lestrarstað um ein vil lesa í útlondum, og ofta hava fólk einans atgongd til skriftligt tilfar um ymisku møguleikarnir. Á vitjanini fáa fólk møguleika at práta beinleiðis við hann og Kristin Skare frá La Trope fróðskaparsetrinum, og høvi verður eisini at fáa persónligar samrøður við teir báðar.
Kunningarfundur um hægri lesnað í Australia verður í dag klokkan 15:20-16:00 á Studentarskúlanum í Hoydølum. Í morgin verður kunningarfundur í Studentaskúlahøllini á Kambsdali, kl. 14:20-15:10, og seinni kl. 19:00-20:00 á Handilsskúlanum í Tórshavn. Øll áhugaði eru vælkomin.
A.B.M